Magni Mohr við nýggjari bók

- Tveir spælarar, sum spæla á sama plássi kunnu hava ymiskar fortreytir, sigur Magni Mohr

- Tveir spælarar, sum spæla á sama plássi kunnu hava ymiskar fortreytir. Tí er týdningarmikið at venja teir ymiskt, sigur Magni Mohr, sum saman við Jens Bangsbo hevur útgivið bók um persónligar venjingar til fótbóltspælarar

 

Hoyr ljóðsamrøðu við Magna Mohr við at trýsta á pílin undir myndini

 

Føroyski úrmælingurin í kropsligari fótbóltsvenjing hevur saman við viðurkenda danska ítróttarfysiologinum og fyrrverandi hjálparvenjaranum í Juventus, Jens Bangsbo, útgivið bókina, sum er ætlað sum ein faklig bók til venjarar.

 

- Hetta er ein bók, sum er ætlað venjarum bæði her í Føroyum og venjarum í størri feløgum kring fótbóltsheimin, sigur Magni Mohr, sum hevur eina fortíð, har hann hevur arbeitt fyri millum annað italska Juventus og enska Chelsea.

 

Hugskotið aftanfyri bókina er persónlig venjing til fótbóltsspælarar. Fram til aldarskiftið hevur verið vanligt, at allir spælarar hava verið bólkari saman og vant tað sama. Síðani aldarskiftið er ferð komin á greinsking innan fótbóltsfysiologi og persónlga venjing til einstaka fótbóltsspælaran.

 

- Tveir spælarar, sum spæla á sama plássi kunnu hava ymiskar fortreytir. Tú kanst hava ein høgra og ein vinstra bakk, sum eru ymiskir. Annar er framrættar og hin er meiri verjukendur. Tú kanst eisini hava tveir sentralar miðvallarar, ið hava ymiskan spælistíl . Tá eru krøvini ymisk til tann einstaka spælaran. Tí er týdningarmikið, at venja teir ymiskt fyri at fáa sum mest burtur úr venjingini, sigur Magni Mohr.

 

Fokus í bókin er at skilja millum teir ymisku spælararnar á teimum ymisku plássunum, tí mangan er munurin stórur.

 

Juventus førandi á økinum

 

Ferðin inn í fysiologiska ítróttheimin hjá Magna Mohr byrjar í Keypamannahavn, tá hann byrjar at lesa á universiteti í danska høvðusstaðnum. Ein av granskarunum er Jens Bangsbo, sum samstarvar við italska stórfelagið, Juventus.

 

Jens Bangsbo bjóðar Magna at gera ymiskt granskingararbeiði fyri hann í samband við Juventus. Tað er í 1999. Nakað seinni eru boð eftir danska ítróttarfysiologinum sum hjálparvenjara hjá høgtvirda Marcello Lippi í sama felagi.

 

- Uttan at vita neyvt hvat fyrigongur í øllum øðrum feløgum, so havi eg eina hóming av, at vit í Juventus vóru førandi innan økið við persónligum venjingum til fótbóltsspælarar, sigur Magni Mohr.

 

Magni hevur eisini arbeitt í enska stórfelagnum Chelsea. Í 2008 eru boð eftir honum í London. Í 2009 verður Carlo Ancelotti settur sum venjari. Hann er fyrrverandi venjari hjá Juventus og inngangsvinkulin til venjingina er ikki ókendur fyri Magna Mohr.

 

Vábingurin fær ein størri leiklut, har hann er við til at ráðgeva tilrættisleggingini av kropsligu- og fótbóltsvenjingini hjá Chelsea. Hetta verður gjørt við millum annað at filma spælarar til dyst og greina hvat teir gera á vøllinumí mun til tað, sum venjarin ynskir.

 

- Tað, sum vit millum annað gjørdu í Chelsea var, at hyggja nærri eftir tí einstaka spælaranum. Hvat ger hann í einum dysti, hvat vil venjarin hava hann at gera og hvussu fáa vit á bestan hátt vant tað, sum hann skal blíva betri til, sigur Magni Mohr og vísir til hann kallar Key Performance Index (KPI).

 

Hetta er ein máti at velja nakrar eginleikar hjá einum spælara út, sum hann skal hava fyri at passa á eitt ávíst pláss í eisini ávísari spæliskipan. Út frá hesum ber til at tilrættisleggja persónliga venjing fyri tann einstaka spælaran.

 

- Fyri ein áleypara kann tað verða, at hann skal verða skjótur á fyrstu metrinum. Fyri ein vong, at hann er førur fyri at seta ein spælara av. So raðfestur tú eginleikarnar og arbeiður út frá tí, sigur Magni Mohr, og vísir til fyrrverandi Chelsea spælaran, Arjen Robben, hvør styrki liggur í at seta menn av við skjótum dribblingum.

 

Tað er millum annað við royndum frá Juventus og Chelsea, at Magni Mohr og Jens Bangsbo geva bókina út. Í bókini verður eisini víst til dømi, sum teir hava upplivað í síni tíð í stóru feløgunum í Evropa.

 

Testa tínar spælarar

 

Bókin gevur eisini venjarum møguelikan at testa sínar spælarar á tekniskum økjum. Hetta fyri at kunna síggja neyvt hvørjar eginleikar ein spælari hevur. Hvørjum økjum teir skulu arbeiða við og hvørjum økjum teir hava sínar styrkir.

 

- Bókin gevur venjarum ein møguleika at testa spælararnar á heilt neyvum økjum. Síðani vísa vit eisini á hvussu tú kanst arbeiða við teimum ymisku eginleikunum, sum venjarin ella spælarin ynskir at blíva betri til, sigur Magni Mohr, sum í ár hevur verið knýttur at Víkingi í uppstartinum.

 

Hann leggur afturat, at hetta er hent hjá serliga ungdómsvenjarum at fáast við.

 

Eisini til føroyskar spælarar

 

Tað kann tykjast møtumikið hjá føroyskum venjarum, ið ikki hava somu umstøður sum stóru feløgini í heiminum, at skula geva hvørjum einstøkum spælara persónliga venjing. Her vísir Magni  Mohr á, at í einum venjingarøvisli kunnu fleiri spælarar fáa síni persónligu venjingar.

 

- Í einum øvilsi kann ein spælari venja teknist og ein annar orku, sigur Magni Mohr og leggur afturat;

 

- Tað snýr seg um at fáa øvislini at líkjast eini hending í einum dysti mest møguligt, so at tað passar fysiologiskt við tað arbeiði, sum ein spælari ger, tá hann kemur í eina støðu í einum dysti, sigur Magni.

 

Hetta er onnur bókin, sum Magni og Jens Bangsbo geva út saman. Tann fyrra eitur “Fitness Testing in Football”. Eisini her bleiv dentur lagdur á, at øll skulu kunnu fáa nyttu burtur úr bókini.

 

- Tá gjørdu vit tað eisini so, at tey smærru feløgini kunnu fáa nyttu burturúr bókini. Tað gera vit við at vísa á møguleikar, sum smærri feløg kunnu nýta, sigur Magni Mohr.

 

Magni leggur at enda afturat, at bókin er ætlað sum ein venjarabók til venjarar. Bókin “Fitness Testing in Football” er blivin umsett til kinesiskt. Ætlanin er eisini at nýggja bólkin skal umsetast til millum annað kinesiskt og onnur mál, sum hon røkkur kring heimin. Bókin er upprunaliga á enskum.