A-landsliðsspælararnir hjá monnum, ið hava sína dagligu gongd í heimligu feløgunum, eru í hesum døgum á venjingarlegu í Havn.
Ein partur av venjingarleguni eru kropsligar testir, sum fysiski venjarin, Magni Mohr stendur fyri. Og sum heild er Magni væl nøgdur við úrslitini.
FSF Varpið var við til venjingina á middegi fríggjadagin, tá testir í skjótleika, styrki og úthaldni vóru á skránni.
##med2##
##ms##