Tað eru ábendingar um, at proteinískoyti í kostinum hevur góða ávirkan á kroppin, men tað er neyðugt við fleiri vísindaligum kanningum, sigur Magni Mohr.
Professarin á Fróðskaparsetrinum hevur skrivað nýggja yvirlitsgrein saman við øðrum evropiskum granskarum, sum ber heitið, “Protein-Based Supplementation to Enhance Recovery in Team Sports: What is the Evidence?”
Greinin er ein skipað yvirlitsgrein, á enskum nevnt systematic review, av kanningum um kostískoyti av proteini. Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sport Science and Medicine.
Kanningin vísir í høvuðsheitum, at proteinískoyti í kostinum sær út til at stimbra hvíldarprosessina í vøddakyknuni, og minkar um mongdina av mikroskaðum í kyknunum eftir dystir í liðítróttum.
##med2##
Proteinískoyti minkar eisini um almennu brunastøðuna í kroppinum eftir dystir. Tó er ikki nóg sterk próvførsla fyri, at eyka protein í kostinum hevur jaliga ávirkan á kropslig avrik ella vøddafunktiónina dagarnar eftir dystir í liðítróttum.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Syddansk Universitet, sigur, at skipaðar yvirlitsgreinar og meta-analysugreinar hava alstóran týdning fyri at vita, hvussu sterk vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum spurdómi.
- Tú kanst altíð finna einstakar kanningar frá einstøkum granskaratoymum, sum vísa á úrslit, ið peika ein veg, men tað er ikki fyrr enn, at tú samlar alt putlispælið í vísindaligu bókmentunum, at tú veruliga veitst, hvussu mest sannlíka niðurstøðan er, sigur Magni Mohr og leggur afturat:
##med3##
-cKostískoytisídnaðurin er sera sterkur um allan heimin, og bara í USA er marknaðurin fyri proteinískoyti fyri ítróttarfólk í liðítróttum eina verdur umleið 35 milliardir krónur. Tí er tað umráðandi at gera óheftar vísindaligar kanningar um hetta kostískoytið í veruleikanum riggar, sigur Magni Mohr, professari.