Magni Laksafoss uppstillaður fyri Sambandsflokkin

Ein av høvðusmonnunum aftanfyri hvítubók, Magni Laksafoss, stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið.

Magni Laksafoss, sum var ein av virknu kreftunum í arbeiðinum at gera Hvítubók, verður uppstillaður til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin.
Andrass Miðskarð, formaðuri fyri, Norðoyggja Sambandsfelag váttar fyri Sosialinum, at Magni Laksafoss verður eftir ætlan uppstillar sum valevni fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum.
Magni Laksafoss starvast í løtuni í Grønlandi. Hann kemur eftir ætlan aftur til Føroya, har hann nú eisini fyri at royna seg sum valevni.
Uppstillingin hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum veðrur væntandi liðug mánakvøldið, og Andrass Miðskarð upplýsir, at uppstillingin higartil hevur gingið væl.