Magni Laksafoss nøgdur við bankaprís

Fyrr í ár var ivi sáddur, um nóg mikið fæst fyri Føroya Banka við tí søluhátti, sum er valdur. Nú er virði bankans gjørt upp til at liggja millum 1,6 og 1,9 milliard krónur, og Magni Laksafoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur hetta vera eina nøktandi upphædd fyri bankan. – Hatta er ein góður prísur, vit fáa fyri bankan, tað er tað, sigur Magni Laksafoss við Útvarpið. Meðan Føroya Banki er virðismettur til knappar tvær milliardir, er Eik Banki er mettur til nærum fýra milliardir. Men Magni Laksafoss ávarar staðiliga ímóti at samanbera føroysku bankarnar beinleiðis, tí útgangsstøðið er so ymiskt, sigur hann.