BÚSKAPUR
Á síðu 5 í Tøknilig menning og vælferð stendur í eini undirgrein, at Magni Laksáfoss, sum er ein teimum sjey limunum í Búskaparráðnum, ikki tekur undir við frágreiðingini, tí hann er ósamdur við grundleggjandi partar av henni.
Magni Laksáfoss sigur, at hann og restin av ráðnum eru samd um 80 % av frágreiðingini, men at vit ongantíð fáa eina eintýðuga frágreiðing um búskaparfrøði. Tí ætlaði hann at skriva eina hálva A4-síðu aftast í frágreiðingini, har hann kundi greiða frá sínum sjonarmiðum, men at hetta varð noktað av formansskapinum, Johnny í Grótinum, Óla Samró og Unu Joensen.
- Hetta hava tey rætt til, men tað er óvanligt at gera, sigur Magni Laksáfoss við Sosialin.
Magni Laksáfoss sigur, at frágreiðingin fær tað at ljóða, sum tað, hon kemur við, ið skal til fyri at rækka 2015-visiónini, men tað heldur hann vera í so lítið.
Serliga er tað parturin um tað sokallaða vinnutyssið, ið hann er ósamdur við.
Magni Laksáfoss heldur tað vera spell, at hansara sjónarmið ikki sluppu við í frágreiðingina, tí hann heldur tað vera harmiligt, at fokusera upp á 20 % í fjølmiðlunum, tá hann og meirilutin eru samd um 80 prosent av nýútkomnu frágreiðingini. Í einum skrivi til fjølmiðlarnar, sum verður prentað í næstu viku, sigur Magni Laksáfoss m.a.:
Sjálvsagt eru nógvar avbjóðingar fram til 2015, men av tí at tað einans eru 10 ár fram til 2015 kunnu nakrar av stóru avbjóðingunum síggjast longu í dag. Tískil er neyðugt at hyggja eitt sindur eftir hvørjar avbjóðingar eru fyri at kunna gera eina meting av hvørji tiltøk skulu til fyri at hava eitt enn meiri framkomið samfelag í 2015.
Serliga sær undirritaði fylgjandi stórar avbjóðingar fram til 2015:
1. Globaliseringin