Magni Laksáfoss, tingmaður úr Sambandsflokkinum og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri mælir til at seta eina savningarstjórn í Føroyum, har allir flokkar á tingi eru umboðaðir. Hetta segði hann í Vinnusendingini á Rás2 seinnapartin. Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi, sum eisini var við í kjakinum í Vinnusendingini tók undir við Magna Laksáfoss og helt fyri, at hóast hetta kann tykjast ódemokratiskt, so er støðan vorðin so mikið álvarslig, at vit eiga at umhugsa at seta eina savningarstjórn.