Magni Laksáfoss kann bjarga samgonguni

Í ásannan av, at Javnaðarflokkurin ikki kann levera átta atkvøður, setir formaður floksins sín vón til Magna Laksáfoss, uttanflokka tingmann

Formaðurin í Javnaðarflokkinum ásannaði í formansrøðuni á landsfundinum, at í fleiri málum hjá samgonguni á tingi, kann Javnaðarflokkurin ikki levera átta atkvøður.

Hetta harmaðist hann um, men sá ein glotta í, at Magni Laksáfoss nú er leysgangari á tingi.

- Ein av teimum, ið vit samráddust við um fiskivinnunýskipanina, er nú uttanflokkatingmaður. Fyri mær tykist tað ikki óhugsandi, at vit kunnu finna semjur um nøkur týðandi mál. Okkara partur fer so ikki at liggja eftir, segði Aksel V. Johannesen, formaður