Magni Laksáfoss gjørdi okkum onga tænastu

– Hetta var øgiliga óheppin og óbúgvin framferð, heldur Bjørn Kalsø um floksfelagin, sum hjálpti samgonguni í ársins størsta máli

Eg haldi at hetta var øgiliga óbúgvið og óheppið. 

 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður úr Norðoyggjum fyri Sambandsflokkin, er alt annað enn fegin um, at tað júst var ein atkvøða frá sambandsmanninum, Magna Laksáfoss, sum tryggjaði, at upskotið frá samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan varð samttykt í kvøld.

 

Samgongan var ikki fullmannað tí Kristin Michelsen var burturstaddur. Men afturfyri clearaði Magni Laksáfoss við Kristin Michelsen og sostatt fór Magni av fundi tá ið atkvøtt varð. Sostatt uppvigaðu tær báðar atkvøðurnar hvørja aðra við tí úrsliti, at uppskotið varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

 

 

Les eisini: Magni Laksáfoss bjargaði samgonguni

 

 

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá flokfsormanninum, Bárði á Steig Nielsen, men hann hevur ikki svarað.

 

Men í morgun segði hann við www.in.fo, at vanliga verða clearings-avtalur góðkendar av tingbólkaformonnunum.

 

– Eg havi hvørki fingið nakra umbøn um eina slíka avtalu ella góðkent eina slíka, sigur Bárður á Steig Nielsen. 


Les meiri her: Kenni einki til nakra clearings-avtalu

 

 

Hann endurtók tað sama í Kvf so seint sum í kvld, tveir tímar áðrenn atkvøðast skuldi.

 

Bjørn Kalsø heldur, at hetta var stak óheppið fyri Sambandsflokkin. Men hann vil kortini ikki vera við, at hetta hevur bjargað samgonguni, tí var ongin avtalan ímillum Kristin og Magna, hevði samgongan bara útsett atkvøðugreiðsluna til Kristin kom aftur.

 

– Hóast hetta einki broytur í longdini, eri eg ógvuliga harmur um hetta, sigur Bjørn Kalsø. Men um hetta fer at skaða flokkin, dugir hann ikki at siga. Men hann heldur, at Magni Laksáfoss, sum eisini er næstformaður í Sambandsflokkinum, hevur so ikki gjørt flokkinum nakra tænastu í kvøld.

 

Hann sigur, at tað er eisini ein avtala, at í týðandi málum verða celarings-avtalur ikki gjørdar uttan so, at floksformaðurin er kunnaður um tað, og góðkennir tær. Men í hesum føri hevur so næstformaðurin gjørt eina claeringsavtalu, uttan at kunna formanninum tað, og tað er øgiliga óbúgvið og óheppið. Tað eigur ikki at kunna henda, leggur Bjørn Kalsø afturat.

 

Hann væntar eisini, at hetta fer at verða brúkt ímóti flokkinum, serliga í Norðoyggjum, men hvørjar avleiðingar tað fær í longdini, dugir hann ikki at meta um.