Magni Laksáfoss: Fólkatalið fer ikki at vaksa í Føroyum

Í løgmansrøðuni á ólavsøku varð sagt, at hvør føroysk kvinna í barnførum aldri eigur 2,62 børn í miðal. Men sambært búskaparfrøðinginum Magna Laksáfoss er hetta ikki rætt, tí tá eru føroysku kvinnurnar, sum t.d. lesa uttanlands ikki taldar við. Hann metir at fólkavøksturin fer at steðga, og vit noyðast taka støðu til, hvat vit skulu gera við tað stóra talið av gomlum, sum leggjast afturat í framtíðini

SAMFELAG

 
 
 
- Tað verða fødd nakað oman fyri 700 børn um árið, ella 2,62 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í barnførum aldri. Hetta er tað mesta síðan 1990 og tað mesta í øllum Evropa. Hetta er eitt heilsutekin, og vit skulu gera okkara til, at familjurnar trívast, so at vit varðveita høga barnatalið. Tað er ein góð trygd fyri okkara samfelag í framtíðini.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í løgmansrøðu síni á ólavsøku.
Men sambært Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, er hetta ikki nóg mikið til, at vit kunnu vænta okkum ein fólkavøkstur í Føroyum í framtíðini.
Í 2005 fingu kvinnur í Føroyum sum nevnt 2,6 børn í miðal. Vanliga verður, sagt, at markið fyri at fólkatalið ikki skal lækka er, at burðartíttleikin ikki fer niður um 2,1 barn fyri hvørja kvinnu, men sambært Magna Laksáfoss sær hetta talið øðrvísi út í Føroyum, tí burðartíttleikin hjá føroyskum kvinnum er sambært Magna Laksáfoss í veruleikanum lægri enn 2,6 og veruliga markið er omanfyri 2,1.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Markið ikki 2,1 í Føroyum
Ein kundi trúð, at talið fyri markið var 2,0, av tí at so átti hvør kvinna tvey børn í part eitt fyri seg sjálva og eitt fyri mannin, um til ber at siga tað so.
Men her er vert at leggja til merkis, at býtið millum dreingja- og gentubørn er 52/48, tvs. at eitt vet fleiri dreingjabørn verða fødd. Harafturat hendir tað, at nakrar kvinnur doyggja burtur av teimum, sum eru føddar í einum árgangi. Hesi bæði viðurskifti skulu roknast við, tá fertilitetur skal kannast og tískil er markið nakað omanfyri 2, og verður tí vanliga sagt at markið er 2,1, vísir Magni Laksáfoss á.
Men í Føroyum er ein triðja orsøk, ið hevur ávirkan á burðartíttleikan, og hon er, at umleið 20 % av kvinnunum í einum árgangi flyta burtur og koma ikki aftur til Føroyar. Hervið mugu føroysku kvinnurnar fáa enn fleiri børn, um hædd skal takast fyri fráflytingini.
Tí sigur Magni Laksáfoss, at markið í Føroyum er 2,5 børn í miðal, um fólkatalið ikki skal lækka, og tí kallar Magni Laksáfoss tað eina mytu, at markið eisini skal vera 2,1 børn í Føroyum, tí tá eru tey 20 prosentini av kvinnum, ið flyta burtur, ikki tikin við.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Burðartíttleikin ikki 2,6 hjá føroyskum kvinnum
Magni Laksáfoss vísir samstundis á, at burðartíttleikin á 2,6 er burðartíttleikin hjá kvinnunum sum búgva í Føroyum. Hetta talið sigur tó ikki fulla sannleikan um burðartíttleikan hjá føroyskum kvinnum, við tað at hædd ikki er tikin fyri at nógvar ungar kvinnur eru undir útbúgving í útlondum í fleiri ár. Nógv bendir á, at kvinnur, sum velja útbúgving og karrieru, fáa færri børn enn tær, sum ikki velja at fáa sær útbúgving ella líknandi starvsbreytir. Tí má roknast við, at burðartíttleikin hjá føroyskum kvinnum er lægri enn 2,6.
Um vit rokna við at fertiliteturin hjá føroyskum kvinnum undir útbúgving í Føroyum er umleið 1, er tann veruligi fertiliteturin í Føroyum ikki er 2,62 børn fyri hvørja kvinnu, sum nevnt varð í løgmansrøðuni, men heldur 2,3 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri, metir Magni Laksáfoss.
Hann minnir nevniliga á, at tað ikki gevur meining at tosa um fertilitet innan eitt ávíst geografiskt øki, nú arbeiðsmarknaðurin er blivin so mobilur, sum hann er, og tí er betri at rokna alla fólkamongdina, tvs. eisini føroyingar, sum lesa uttanlands, hóast tað er ógjørligt at fáa eitt nágreiniligt tal burtur úr hesum. M.a. er tað ógjørligt at siga, hvør flytur heimaftur.
Um vit nú hyggja eftir støðuni er vet í holuni. Áður var markið 2,1 og burðartíttleikin 2,6 tvs. eitt avlop á 0,5 barn pr. kvinnu. Rættari er at rokna við einum marki á umleið 2,5 og at burðartíttleikin er umleið 2,3 tvs. eitt undirskot á 0,2 barn pr. kvinnu. Hetta er nakað sama støðu sum í Danmark, har burðartíttleikin er 1,7 og markið umleið 2,0 tvs. eitt undirskot á 0,3 barn pr. kvinnu, sigur Magni Laksáfoss.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fleiri gomul
- Landsstýrið fer at gera tað møguligt hjá lesandi at fara í barnsburðarfarloyvi, so at korini hjá teimum gerast betri. Vit fara at leggja barnafrádráttin um til eitt útgjald. Hetta merkir, at eisini tey, sum onga arbeiðsinntøku hava, fáa barnastuðul. Umframt hetta ætlar Landsstýrið at hækka stuðulin til barnafamiljur við serligum tørvi.
Hetta lovaði løgmaður í síni røðu á ólavsøku, men Magni Laksáfoss setir tó spurnartekn við, um landsstýrið ikki heldur átti at fyrireika seg til ta vaksandi eldrabylgjuna, sum hon verður rópt.
Búskaparfrøðingurin leggur dent á, at sum so er ikki talan um nakran álvarsligan trupulleika við einum burðartíttleika undir markinum, tí vit kunnu eisini spyrja okkum sjálv, um vit veruliga skulu verða 100.000 fólk í Føroyum, sum hann tekur til.
Hinvegin er talan um ein álvarsligan trupulleika, um vit einki gera við vaksandi talið av eldri fólk, tí vit fáa um nøkur ein munandi størri bólk av gomlum fólki, og til hetta krevst bæði pensjónir og røktarheimspláss.
- Trupulleikin er tí ikki burðartalið, men tey nógvu eldri, sigur Magni Laksáfoss, og minnir á, at hesi eldru ikki eru tey, sum eru gomul í dag, men tey sum eru ung og um miðjan aldur í dag.
Tað er hent fleiri ferðir fyrr í søguni, at fólkatalið ikki er vaksið, og sum so er hetta eingin trupuleiki, men trupulleikin í dag er tann, at vit innrætta ikki samfelagið eftir forsøgnunum um at vit gerast fleiri eldri, sigur hann.
- Eldraøkið er afturútsiglt í dag, sigur Magni Laksáfoss, og minnir á, at vanliga verður sagt, at tað krevst hálvtannað røktarfólk til hvørt røktarheimspláss. Um vit siga, at hvørt fólk yvir 80 ár hevur tørv á einum røktarheimsplássi, so hava vit í dag umleið 600 røktarheimspláss við umleið 900 starvsfólkum. Samstundis hava vit umleið 1700 fólk yvir 80 ár, so um tørvurin skal nøkstast skulu vit hava umleið 1700 røktarheimspláss við umleið 2500 starvsfólkum. Í 2040 verða væntandi 3500 fólk yvir 80 ár, og til hesi verður brúk fyri 4250 starvsfólkum. At fáa hesi fólkini, verður neyvan nakar trupulleiki, sigur Magni Laksáfoss. Trupulleikin verður hinvegin at gjalda hesum fólkum løn.
Magni Laksáfoss leggur dent á, at talan ikki er um nakra dómadagsprofeti, men heldur ein spurningur um samfelagsliga planlegging, tí sum nú er, fer fólkatalið ikki at vaksa, og vit fáa fleiri og fleiri eldri. Og hendan spurning noyðast vit at taka støðu til, heldur hann.
 
 
MYNDATEKSTIR:
 
 
Talvan vísir, at alt fleiri pensiónistar verða í framtíðini
 
 
MYNDATEKSTUR
 
Tann ovasta linjan vísir fertilitetin hjá kvinnum í Føroyum, meðan linjan í miðjuni fertilitetin, sum Magni Laksáfoss kallar tann roknaða fertilitetin, tvs. fertilitetin hjá øllum føroyskum bæði Føroyum og í Danmark