Stjórarnir í Atlantic Airways halda eftir øllum at døma, at felagið er ein góð íløga. Í øllum førum átti Magni Arge størsta insider-handilin, sum varð kunngjørdur í samband við skrásetingina av felagnum. Ikki færri enn 11.497 partabrøv hevur stjórin í felagnum keypt umvegis íløgufelagið 11. Juni 2007. Og við kursi á 261 svarar hetta til 3 mió kr. Av øðrum insider-handlum kann nevnast, at Marius Joense, sum eisini er stjóri, keypti fyri 900 tkr., meðan Erling í Liða og Christian Andreasen báðir keyptu partabrøv fyri 250 tkr.