Í september verða Special Olympics European Summer Games í Belgia og í tí sambandi verður eisini skipað fyri listaframsýning og uppboðsølu í Anwerpen.
ÍSB sigur á heimasíðu síni, haðani myndin eisiin er, at mannagongdin var, at hvørt land sær, kundi senda fimm upsskot inn, og síðani kundi ein dómsnevnd velja upp til trý verk úr hvørjum landi, til framsýning, og uppboðssølu.
Men ÍSB sigur, at dómsnevndin var so hugtikin av verkunum hjá Magna Mikkelsen, ið dagliga starvast á verkstaðnum Stíggi, at tey vildu hava fýra av hansara verkum við til framsýningina.
- Hetta er ein liður í at savna pening til leikirnar, og at upplýsa fólk um menningartarn, og hvørjar møguleikar ein hevur, hóast ein hevur menningartarn, sigur ÍSB.
Í samband við listaframsýningina fer Special Olympics eisini at geva út faldara við øllum verkunum.
|