Magni heldur fast við atfinningar móti skattapolitikki

Avloysarin hjá Bárði Nielsen í Fíggjarmálaráðnum, Magni Laksafoss, hevur funnist harðliga at skattapolitikkinum hjá samgonguni. Tað ger hann framvegis. Spurdur um, hvussu hann fer at seta dám á fíggjar- og skattapolitikkin hjá samgonguni, sigur nýggja boðið hjá Sambandsflokkinum upp á avloysara hjá Bárði Nielsen, at tað er avmarkað, hvat hann kann gera upp á sjey-átta mánaðir.

- Skattapolitikkin er torført at gera nakað við, tí hesin er rættiliga tætt tengdur at samgonguavtaluni, sum eg sjálvandi verði noyddur at yvirhalda. Hinvegin havi eg góðar møguleikar at ávirka fíggjarlógina fyri 2008, og tað ætli eg mær at gera, sigur Magni Laksafoss.

Hvussu?

- Tað fái eg ikki sagt, fyrr enn eg havi sett meg nágreiniliga inn í, hvussu støðan er júst í løtuni. Til dømis við nýtsluni, og um nýtslan skal tálmast. Vit vita heldur ikki, um húsaprísirnir hava toppað, ella teir framvegis eru á veg uppeftir. Tað er týdningarmikið at vita, hvussu konjukturstøðan er og gera inntriv út frá hesum. Hinvegin, so eru vit í einum valári, og tá er rættiliga avmarkað, hvat ber til at gera, sigur Magni Laksafoss, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur (cand. polit.) í 1998 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Hann er í løtuni í ferð við at skriva ein phd-ritgerð um, hvussu vøkstur kann skapast í føroyska búskapinum. Nakað, sum má sigast at vera rættiliga relevant fyri starvið sum fíggjarmálaráðharri.

Ritgerðin, sum hann ger ígjøgnum Roskilde Universitetscenter, skuldi vera liðug í ár, men orsakað av nýggja og krevjandi starvinum, verður avhendingin væntandi útsett.

Magni Laksafoss er 37 ára gamal, ættaður úr Klaksvík, men búsitandi í Streymnes saman konuni Bodil og døtrunum Noomi og Tórunn, ið eru ávikavist 14 og átta ára gamlar. Magni Laksafoss var uppstillaður fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum við løgtingsvalið í 2002, har hann gjørdist nummar trý á Sambandlistanum við 80 akvøðum. Frammanfyri hann vóru Bjørn Kalsø við 192 atkvøðum og John Kári Jakobsen við 116 atkvøðum.

Tá Magni Laksafoss stillar upp aftur til valið í januar, verður tað ikki í Norðoyggjum, men antin í Norður- ella Suðurstreymoy.

Enn hevur løgmaður ikki alment útnevnt Magna Laksafoss til landsstýrismann, men hetta fer hann væntandi at gera longu í dag.