Tá løgtingið varð sett fyrr í dag, boðaði Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, skrivliga frá, at hann bað um farloyvi frá tinginum, aftaná at hann sum triði varamaður fekk sæti á tingi. Sostatt virdi Javnaðarflokkurin tað lyftið, ið flokkurin gav veljaranum til fólkatingsvalið, um at ongin persónur skuldi røkja báðar sessirnar samstundis.
Hin flokkurin, ið vann sæti á Fólkatingi í juni, var Tjóðveldi. Formaður floksins, Høgni Hoydal, fekk flest atkvøður á listanum, men tók hann skjótt farloyvi frá Fólkatinginum og lat sessin yvir til nummar tvey á listanum, Magna Arge.
Fólkatingsmaðurin stillaði upp til løgtingsvalið 1. september og varð valdur, so tá tingið varð sett í dag, var hann millum teirra, ið tók sæti.
Magni Arge gjørdi tó ikki eins og hin fólkatingslimurin og bað um farloyvi, men við in.fo sigur hann, at hann væntandi biður um farloyvi í næsti viku.
- Eg eri beinleiðis valdur á ting fyri fyrstu ferð. Eg sat nakrar heilt fáar vikur á tingi seint í áttatiárunum, men tað er so langt síðani, so nú skal eg fáa alt tað formella upp á pláss. Síðani ætli eg mær á Fólkating í næstu viku. Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at man yvirlappar hesa fyrstu vikuna, tá løgtingið verður sett.
Ætlanin er ikki at sleppa løgtingsarbeiðinum heilt. Í staðin fer flokkurin helst at skifta millum fólkatingslimirnar, so at nývaldi tingmaðurin eisini sleppur framat á løgtingi.
- Tjóðveldi heldur fast við lyftið, at ongin skal røkja báðar sessirnar samstundis, men at tað kunnu verða fleiri, ið skifta um. Eg føli eisini, at eg havi eina skyldu mótvegis teimum veljarum, ið hava valt meg á løgting, so eg fari ikki heilt at sleppa løgtinginum.