Oljuvinnufelagið hevur havt aðalfund, og nevndin hevur skipað seg við magna Arge sum formanni og Gunnbjørn Joensen sum næstformanni Hósdagin 7. mai hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri valið stóðu Gunnbjørn Joensen, Jákup Mikkelsen og Anja Jacobsen. Jákup Mikkelsen tók ikki við afturvalið, meðan hini bæði vórðu afturvald. Harafturat varð Hjalmar Petersen valdur í nevndina.
Nevndin sær sostatt soleiðis út: Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen, Hjalmar Petersen, Jostein Petersen og Magni Arge.
Nevndin hevur skipað seg við Magna Arge sum formanni og Gunnbjørn Joensen sum næstformanni.