Magni Arge ger eitt gott val

Nýggja navnið á toppskoraralistanum higartil er Magni Arge, ið hevur fingið nærum líka nógvar atkvøður sum floksformaður hansara, Høgni Hoydal.

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale hava fingið flestar atkvøður higartil, eftir gott og væl 55 prosent av atkvøðunum eru taldar.

 

Edmund Joensen hevur fingið 1658 atkvøður, meðan Sjúrður Skaale hevur fingið 1518 atkvøður.

 

Annika Olsen liggur á triðja plássi við 1133 atkvøðum, Aksel V. Johannesen hevur 780 atkvøður og Høgni Hoydal 709 atkvøður.

 

Magni Arge hevur 618 atkvøður, Jørgen Niclasen hevur 425 atkvøður, Sirið Stenberg 378 atkvøður, Jacob Vestergaard 308 atkvøður og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, liggur á 10. plássi, við 276 atkvøðum.