Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, er ikki nøgdur við niðurstøðuna hjá Anders Samuelsen, uttannríkisráðharra í Danmark, um tulkingarrættin av lóggávuverki, tá ið umræður ósemjur millum Føroyar og Danmark.
Tí Anders Samuelsen hevur sagt í skrivligum svari upp á spurning frá Magna Arge, at teir donsku myndugleikarnir hava ábyrgdina av, at lógir, sum eru samtyktar á Fólkatingi verða gjøgnumførdar, og herundir hevur Fólkatingið eisini ábyrgdina av tulkingini av lógunum.
Hóast uttanríkispolitiska lógin er samtykt bæði á fólkatingi og á løgtingi, so letur til, at Anders Samuelsen heldur, at tað eru danskir myndugleikar, sum hava tulkingarrættin, tá føroyingar og danir eru ósamdir. Magni Arge, fólkatingsmaður, vísir á, at hetta er í stríð við heimastýrislógina.
- Har stendur, at eru partarnir ósamdir, skal ein nevnd verða sett niður við tveimum umboðum fyri landsstýrið, tveimum fyri stjórnina og trimum hægstarættardómarum. Verða politisku umboðini ikki samd, skulu teir tríggir hægsturættardómararnir skera ígjøgnum. So heimastýrislógin sjálv góðtekur ikki, at uttanríkimálaráðið – ella nakað annað aðalráð – átekur sær leiklutin sum endaligur tulkingarmyndugleiki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, skrivar Magni Arge.
Tí hevur føroyski fólkatingsmaðurin sett Andersi Samuelsen tveir spurningar aftrat um málið. Í fyrra lagi verður spurt, um hann viðurkennir, at ásetingin í heimastýrislógini §6 stk. 2 tekur støði í tveimum javnbjóðis pørtum, ella hann metir donsku stjórnina hava einvísan rætt til at tulka lógarinnar bókstav, tá partarnir eru ósamdir.
Í øðrum lagi verður spurt, um uttanríkismálaráðharrin viðurkennir, at ásetingin í §6 stk. 2 eisini er galdandi, tá ósemja er millum partarnar um uttanríkispolitisku lógina.
- Síðani heimastýrislógin kom í gildi, er ongantíð komið fyri, at partarnir hava sett serstøku nevndina niður at greiða ósemju um tulkingar, og líkt er til, at danskir myndugleikar hava hug at gloyma hasa lógargreinina. Landsstýrið hevur fingið eitt gylt høvi at minna donsku stjórnina á júst hasa ásetingina við at krevja málið um sáttmálan millum Føroyar og Grønland øðrumegin og Ísland hinumegin fyri slíkari nevnd. Semjast føryingar og danir ikki, fáa vit ið hvussu er eina fatan av, hvørji løgfrøðilig atlit hægstarættardómarar fara at leggja dentin á í einari slíkari ósemju, skrivar Magni Arge.