Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Eiðinum í Klaksvík, har KÍ fær vitjan av ÍF. Fuglfirðingar eru á fimta plássi við 9 stigum, og KÍ er topplið við 21 stigum. Í gjár vann HB 3-0 á Eiði, og undan dagsins dysti í Klaksvík, sum er tann síðsti í 8. umfari, er KÍ eitt stig frammanfyri HB.
Hjá fuglfirðingum var tað vónbrot, at tað síðsta sunnudag endaði við 3-1 heimatapi ímóti B68.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir, nú teir fyrireika seg at fara til Klaksvíkar.
Tað kann vera, at KÍ venjarin Magne Hoseth fer at skifta út, og at onkur av teimum, sum sunnudagin vóru við til at vinna søta sigurin ímóti B36 í Gundadali, í kvøld fer at sita á beinkinum. Í steypatapinum ímóti B36 varð funnist at KÍ venjaranum, tí hann ikki hevði Odmar Færø og Páll A. Klettskarð á vøllinum frá fyrsta bríksli. Tá var talan um uppgerð, har alt varð avgjørt í einum dysti. Soleiðis er tað ikki nú. Eitt nú hava Odmar Færø og Heini Vatnsdal vera eitt sindur skaðadarvaðir. Tað ræður um, at allir vera tøkir, tá ið KÍ sunnudagin um eina viku fer at spæla ímóti HB í Gundadali.
Ímóti B36 skoraði innskifti Jonn Johannesen 3-2 sigursmálið. Hann hevur síðani gingið á høkjum, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður á listanum í dag. René Shaki Joensen hevur vant í hesi vikuni. Hann hevur síðstu vikurnar verið darvaður av skaða í lærkrikanum. Ímóti B36 noyddist Árni Frederiksberg skaddur av vøllinum stórar tíggju minuttir eftir steðgin. Hann er førur fyri at spæla, men tað kann vera, at hann verður á beinkinum í dag.
ÍF hevur ikki vunnið í Klaksvík í sjey ár. Síðsti ÍF sigurin í Klaksvík var 24. juli í 2016, tá ið ÍF fuglfirðingar fóru úr Klaksvík við 4-2 sigri. Stóri maðurin hjá ÍF tann dagin var Adeshina Lawal, sum skoraði hattrikk. Kristoffur Jakobsen, sum nú er liðformaður á næstbesta liðnum hjá KÍ, skoraði eitt av ÍF málunum. Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni eru teir ÍF spælararnir, sum vóru við í sigrinum í Klaksvík á hásumri í 2016, og sum eisini vera við í dag.
Tey bæði málini hjá KÍ í 4-2 tapinum ímóti ÍF í 2016 skoraðu Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen. Teir báðir eru teir einastu, sum vóru við tá, og sum framvegis eru á listanum hjá KÍ.
KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 18.00.
KÍ | 7 | 7 | 0 | 0 | 23 | 4 | 21 |
HB | 8 | 6 | 2 | 0 | 21 | 4 | 20 |
B36 | 8 | 6 | 0 | 2 | 18 | 8 | 18 |
Víkingur | 8 | 4 | 2 | 2 | 15 | 10 | 14 |
ÍF | 7 | 3 | 0 | 4 | 8 | 9 | 9 |
B68 | 8 | 2 | 3 | 3 | 9 | 16 | 9 |
EB/Streymur | 8 | 2 | 1 | 5 | 5 | 11 | 7 |
07 Vestur | 8 | 2 | 1 | 5 | 10 | 15 | 7 |
TB | 8 | 1 | 2 | 5 | 4 | 22 | 5 |
AB | 8 | 0 | 1 | 7 | 1 | 15 | 1 |