KÍ hevur í kvøld vunnið ein flottan 0-0 javnleik móti stórfavorittunum úr Ungarn, Ferencvaros. Og hví skuldi Magne Hoseth ikki verið stoltur av avrikinum? Well, tí KÍ kundi havt vunnið dystin og so hevði “stoltur” verið eitt ov bleytt lýsingarorð.
- Also vit hava kjansir og skuldi havt skorað eitt mál. Tað eru fleiri kenslur, men eg eri stoltur, sigur Magne Hoseth, venjari hjá KÍ á tíðindafundinum.
Fjølmiðlafólk úr Ungarn spurdu eisini venjaran hjá KÍ, um hann hevði nakra vón um at koma víðari samanlagt.
- Eg trúgvi upp á tað og eg skal eisini trúgva upp á tað. Eitt, sum ger at trúgvi upp á tað, er at vit skapa málmøguleikar í dag. Vit hava kjansir. Tað verður torført í 35 hitastigum í Ungarn, men nú fara vit at fyrireika okkum til tað, sigur Magne Hoseth.
KÍ skal spæla móti Ferencvaros mikukvøldið í komandi viku.