Magna Auðunsson er fødd og búsitandi í Klaksvík, men hon hevur eisini búð fleiri ár í Íslandi. Hon hevur fingist við listarliga arbeiði í nógv ár og hevur verið á listaskeiðum í eitt nú Íslandi, Skotlandi og Danmark.
Magna málar nattúrumyndir, sum hon fær íblástur til frá upplivilsum í nátturuni og frá tí innara universinum.
Í løtuni sýnir Magna Auðunsson fram málningar í hølunum hjá Føroya Banka í Klaksvík. Framsýningin er opin allar yrkadagar frá kl. 14.00 til 16.00 fram til 30. juni.