- Vit eru áhugaðir at sleppa inn í framleiðsluna av vindorku og hava fyrireikað okkum væl, eitt nú til útboðið, sum skuldi vera í Porkeri, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri í Magn.
Magn hevur í dag aftur bjóðað seg fram at hjálpa SEV og landsstýrinum at røkka grøna málinum, um at alt orkubrúk á landi skal koma frá grønari orku í 2030.
Les eisini Magn vil hjálpa til at røkka grøna málinum
Teir heita tí á SEV og landsstýrið um at lata seg sleppa inn á marknaðin.
- Tað er somikið nógv, sum skal gerast tey komandi árini, fram til 2030, at tað er ríkiligt til øll, sum hava hug at vera við í hesum her. Men tað, sum vit síggja, er at tíðin gongur, og nú man byrjar at hava fyrivarni gongur tíðin enn longur, uttan at nakað hendir. Tí er tað at vit biða teir lata upp, so vit kunnu sleppa í gongd við at framleiða, soleiðis at vit koma longur á mál við tí grønu loysnini, sigur Finn Jakobsen.
Hann greiddi í Rás 2 frá, hvat størsta forðingin er fyri at Magn skal sleppa inn í el-framleiðslu. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.










