Sambært fyrrverandi FBI-agentinum løgdu tær fimm mafia-ættirnar í New York eina ætlan um at myrða Rudy Giuliani í 1986. Giuliani var tað almennur ákæri í býnum og var millum annað knýttur at fleiri rættarmálum um skipað lógloysi.
Tá ætlanin var klár, hittust leiðararnir í teimum fimm mafia-ættunum at taka endaliga støðu, men tá atkvøtt varð, vóru tvær atkvøður fyri at beina fyri ákæranum og tríggjar ímóti. Tískil bleiv drápsætlanin løgd til viks, skrivar blaðið The Telegraph og skoytir uppó, at hetta sama árið stevndi Giuliani teimum fimm mafialeiðarunum fyri rættin.
Upplýsingarnar um drápsætlanina eru komnar fram undir avhoyringum í sambandi við eitt mál, har ein fyrrverandi FBI-agentur er ákærdur fyri fýra morð, skrivar The Telegraph.