Í Kili hava alistøðirnar stórar trupulleikar av brotsmonnum, sum stjala fleiri túsund tons av alilaski um árið. Sambært kilska blaðnum El Llangquihue stjóru brotsmenn umleið 12.000 tons av laksi í fjør, og við tí mistu alistøðirnar inntøkur fyri millum 300 og 350 milliónir krónur, skrivar blaðið.
El Llangquihue skrivar, at tjóvarnir stjala laskin úr aliringunum ella úr stórum bilum, sum verða fluttir at flyta laksin við.
Ein trupulleiki er sambært blaðnum, at løgreglan tekur ímóti pengum frá tjóvunum aftur fyri at lata teir sleppa avstað við tjóvagóðsinum.