Teir italsku bankarnir eru so illa kroystir í hesum krepputíðum, at í flestu førum noyðast teir at siga nei, tá fyritøkur koma at biðja um fígging. Tað noyðir støðugt fleiri fyritøkur at venda sær til mafiuna ístaðin fyri, og úrslitið er, at mafian nú er vorðin tann størsti bankin í Italia.
Higartil hava fýra teir størstu mafiabólkarnir miðsavnað bankavirksemið í syðra parti av Italia, men fíggjarkreppan hevur fingið teir at breiða hendan partin av virkseminum um alt landið. Mafian hevur eisini pengar, tí sambært einari nýggjari frágreiðing hevur hon meiri enn 480 milliardir krónur í kassanum. Mafian ger sær veruliga dælt av kreppuni, tí hon krevur munandi meiri rentu, enn bankarnir høvdu kravt, og tað ger, at nógvar fyritøkur fara av knóranum.
Í frágreiðingini stendur, at fýra teir størstu mafiabólkarnir hava 740 milliardir krónur í avlopi um árið. Tað svarar til umleið sjey prosent av italsku bruttotjóðarframleiðsluni.