Nú á jólum ringdi ein av oddamonnunum í italska mafiafelagsskapinum Ndrangheta til løgreglustøðina í býnum Lucca og bað løgreglumenninar koma eftir sær og seta seg í fongsul.
Maðurin greiddi frá, at hann kendi seg so einsamallan, og at hann orkaði ikki at fjala seg fyri myndugleikunum longur. Slapp hann í fongsul, kundi hann hitta gamlar kenningar, sum longu eru har, segði hann.
Løgreglumenninir í Lucca fingu samkenslu við tí einsamalla manninum, so teir fóru eftir honum og settu hann í varðhaldið. Teir næstu dagarnar skal hann til avhoyringar, tí løgreglan heldur, at maðurin kann hava týdningarmiklar upplýsingar um eitt nú rán, gíslatøkur og rúsevnahandil.










