Tað er talan um eina stórhending, at forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, vitjar í Føroyum. Hon kom til landið við flogfari í gjárkvøldið.
Í dag fara hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, at skriva undir eitt semjuskjal, sum skal vera grundarlag fyri øktum og styrktum samstarvi millum Føroyar og ES. Skalið verður undirskrivað í Tinganesi klokkan 12:15, og eftir tað verður tíðindafundur í Tinganesi. Hann verður klokkan 12:20.
Seinnapartin fer Ursula von der Leyen at vitja á Bakkafrost á Glyvrum og hjá Ocean Rainforest í Kaldbak. Eftir tað verður farið til Gásadals og Bíggjar, áðrenn fylgið við Ursulu von der Leyen klokkan 19 fer víðari við flogari hjá Atlantsflog til Kangerlussuaq í Grønlandi, har hon vitjar í morgin. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, er eisini við í Føroyum. Hon hevur tó einki við undirskrivingina av semjuskjalinum at gera, men skal við forkvinnunni í ES nevndini til Grønlands, har ES fer at lata upp arktiska sendistovu í næstum.