Frálandaskip kroka
Mong havnafólk mundu stúrsa við, tá tey tíðliga gjáramorgunin sóu ikki færri enn fýra risastór frálandaskip við bryggju í Havn. Hetta er so bara enn ein partur av tí oljutilgongd, sum er í Føroyum í løtuni, har risastórir boripallar leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hesaferð eru teir komnir til Føroya at hjálpa til at rigga av eftir fyrstu boringarnar her. Boripallurin Sovereign Explorer, sum hevur borað tveir brunnar, tekur nú akkerini upp og verður sleipaður til Skotlands.
Sum ikki einaferð finna vit føroyingar umborð á flestu av teimum skipum, sum arbeiða í útlendsku frálandavinnuni. Við hesum eina av flaggskipunum í tí tyngra endanum á frálandaflotanum hjá Maersk eru ikki færri enn tríggir føroyingar. Johannus Magnussen er yvirstýrimaður og er av Nesi í Eysturoynni. Niclas Kenneth Joensen er 1. meistari og er úr Havn. Sylvi Hansen er skipari. Hann er úr Klaksvík. Sylvi er ikki við henda túrin, men kemur umborð aftur í januar. 11 mans eru við skipinum. Tað er meira sjáldsamt, at tríggir av yvirmonnunum eru føroyingar.
Vit hittu Johannus Magnussen, yvirstýrmann, tá vitjað varð umborð um middagsleitið týsdagin. Johannus hevur verið við skipinum frá byrjan ella tilsamans 8 túrar og honum dámar sera væl arbeiðið og skipið.
Mærsk Attender er spildur nýggjur í danska frálandaflotanum. Hann er bygdur í Eysturtýskalandi í fjør og kostaði nærum 400 mill. kr. Hann er ein tann størsti av sínum slag í heiminum.
Teir arbeiða fyri tað mesta í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hetta er so fyrsti túrurin í føroyskan sjógv.
Talan er um eitt sokallað ankerhandlingsskip. Tað verður brúkt til at taka akkerð upp og flyta boripallar. Eisini virkar tað sum vanligt útgerðarskip. Útgerðin umborð er eisini hareftir. Skipið kann toga 290 tons. Bert eitt norskt skip kann toga meira, íalt 306 tons. Men spæli- og trumluorkan á Maersk Attender er øgilig og nógv tann størsta í heiminum, umleið 625 tons. Á bremsuni kunnu teir hava 830 tons.
Skipið hevur fýra maskinur uppá íalt 23.500 hestar. Haraftrat hevur tað framman ein bowtrustara uppá 1900 hestar og eina skrúvu, sum kann skjótast niður uppá 1700 hestar og aftan hava teir tveir tunniltrustarar (skrúvur, sum ganga gjøgnum alt skipið) upp 1200 hestar hvør. Teir teir koyra við øllum fýra motorum er ferðin 17,5 míl.
Tá akkerini verða tikin upp á boripallum verða fýra skip av hesum slag brúkt, meðan bert eitt skip verður brúkt at toga boripallin. Ta uppgávuna hevur norska útgerðarskipið, ið eisini hevur ligið á Havnina í ringa veðrinum.
Spennandi gongd
Johannus Magnussen vónar ikki, at hetta verður seinastu ferð teir arbeiða í føroyskum sjógvi. Sjálvur fylgir hann sera neyvt gongdini í Føroyum, nú leitað verður eftir olju. ?Hetta er ein sera spennandi tíð, og eg vóni, at okkurt spyrst burtur úr. Hetta er so bert byrjanini og verða fleiri boringar á djúpum vatni, eru tað m.a. skip sum hetta, ið boð verða eftir, so helst koma vit aftur í føroyskan sjógv um ikki so langa tíð.
Johannus Magnussen ivast ikki í, at verður oljuvinna veruleiki í Føroyum, so verður hettta eitt sera gott høvi hjá føroyingum, ið manna útlendsku frálandaskipini at koma í føroyskan sjógv at arbeiða, tvs. nærri familjuni og heiminum. Hann heldur, at tað í dag kanska eru einir 70 til 100 føroyingar í júst frálandavinnuni, og flestu av teimum eru á brúnni ella í maskinuni. So verður talan um munandi leiting og framleiðslu eisini, eiga vit longu fólkið til at manna okkara egna frálandaflota. ?Hví kunnu vit føroyingar ikki sjálvir klára hetta heldur enn at skula sigla fyri aðrar leggur Johannus aftrat.
Johannus Magnussen sær tí eisini møguleikan fyri, at vit byggja okkara egnu skip verður talan um eina stóra oljuvinnu. Og vísir í hesum sambandi til virksemið hjá Thor í Hósvík, sum nettupp hevur lagt seg eftir at byggja upp føroyska ekspertisu umborð á okkara egnu skipum. Hann heldur tó, at vit eiga ikki at leypa framav men byggja hetta upp sohvørt og ikki sum tað oftani hevur verið í Føroyum, tá nakað nýtt stingur seg upp, at tað bara verður bygt og bygt.
-Hetta er ein góð bransja men fortreytin er at hava góð skip, tá hugsað verður um hetta serliga farvatnið, serstakliga á vetri sigur Johannus Magnussen hesa løtuni teir liggja inni á Havnini og bíða eftir betri veðri.
Nú gongur so leiðin út aftur á landgrunnin. Áðrenn teir komu inn høvdu teir tikið upp tvey av teimum 8 akkerunum. Umframt Maersk Attender eru eisini eitt bretskt ankerhandlingsskip og tvey norsk við í arbeiðinum. Á Havnini fyrrpartin týsdagin lógu ikki færri enn fýra frálandaskip og bíðaðu eftir veðri at fara út aftur til Sovereign Explorer, sum nú skal togast til Skotlands. Føroyska manningin á boripallinum hevur longu fingið arbeiði umborð á øðrum pallum í Norðsjónum.