Maersk varð til Antares

Frítíðarfelagið "Føroyskir Mærsk Siglarar" hevði ársaðalfund á Føroya Sjómansskúla leygardagin 12. februar.

Á aðalfundinum var millum annað ásetan av navni og búmerki til felagið á skránni.
Í fjør var navna og búmerkjakapping útskriva ímillum limirnar og komu fýra uppskot til navn og búmerki inn.
Aðalfundurin samtykti at taka eitt av innkomnu uppskotunum, og hevur Felagið nú broytt navn til Frítíðarfelagið Antares.
Somuleiðis hevur Felagið fingið búmerki, sum ímyndar navn felagsins og eina kumpassrósu í føroyskum litunum
Eisini var nýggj nevnd vald á fundinum og hevur nývalda nevndin skipa seg við Meinhard Jacobsen sum formanni, Andras S. Gregersen og Jørgen F. Andreasen sum næstformonnum, Thomas Lambastein sum roknskaparleiðara og Martin Frederiksen sum skrivara.
Frítíðarfelagið Antares, hvørs endamál er at røkja felags áhugamál, hjá teimum føroyingum, ið starvast A.P. Møller ? Mæarsk A/S, var stovna seinasta summar, og hevur í dag góðar 100 limir.