Tað er mannarættindafelagið Globalization Monitor, sum hevur kastað ljós á arbeiðsumstøðurnar hjá kinesiska starvsfólkinum hjá Maersk. Tað skrivar Politiken. Sambært rapportini líða starvsfólkini av lungnatrupulleikum orsakað av nógvum støvi, hoyriskaðum orsakað av ov nógvum larmi, og tey verða kropsliga straffað, um tey ikki akta boðini frá yvirfólkinum. Og fara tey í verkfall, er ógvuliga sannlíkt, at tey missa arbeiðið. Korruptiónin hjá millumleiðarum er stór, og teir gjalda seg til hægri leiðarastørv, verður sagt í rapportini. Stjórin á bingjuverksmiðjuni vísir ákærunum aftur, og sigur, at umstøðurnar eru nógvar ferðir betri hjá Maersk enn tey eru á øðrum verksmijum í Kina.