Maersk Oil bíðar við Grønlandi

Maersk Oil hevur útsett sínar ætlanir um oljuleiting í Grønlandi, og tí byrjar leitingin ikki fyrr enn um eini trý til fimm ár, skrivar Berlingske Business. Í fyrsta umfari verður talan um seismiskar kanningar.

Samtakið Maersk/Nunaoil fekk í fjør leitirættindi í einum 12.000 ferkilometrar stórum øki í Baffin Víkini. Í ársfrágreiðingini fyri 2010 skrivar A.P. Møller-Mærsk, at verður leitiúrslitið gott, kann felagið fara undir olju- og gassframleiðslu í Grønlandi um eini 10 til 15 ár.

Stjórin í Nunaoil, Hans Kristian Olsen, fegnast í samrøðu við Berlingske Business um tann stóra áhugan fyri at leita eftir olju og gassi í Grønlandi. Hann sigur, at tess fleiri leita, tess størri er møguleikin fyri at finna olju og gass. Men hann mælir samstundis pørtunum til at vísa tol, tí tað kunnu lættliga ganga eini 10 ár frá tí, at olja er funnin, til framleiðslan kann byrja.