Í næstum skulu stór reiðarí á okkara leiðum, sum eisini hava føroyingar í arbeiði, kunngera sínar ársroknskapir fyri 2016.
Blaðið Søfart skrivar, at roknað verður við stórum hallum hjá eitt nú Maersk line, D/S Norden og J. Lauritzen.
Serliga illa hevur tað gingið hjá Maersk Line, og greinari hjá fyritøkuni Drewry roknar við, at Maersk Line fer at kunngera eitt tap á meiri enn tvær milliardir krónur.
Útlitini hjá stóru flutningsreiðarínum er heldur frægari á summum økjum í 2017, men tað er greitt, at tey aftur í ár hava stórar avbjóðingar í rakstrinum. Ein orsøk er minni oljuframleiðsla í OPEC-londunum, og at útboðið av skipum er vaksandi.