Í morgun boðaði A.P. Møller – Maersk frá, at felagið hevði 1,5 milliardir krónur í halli fyrsta ársfjórðing.
Leiðslan í felagnum er vónbrotin av úrslitinum, serliga tí at hallið stavar frá vánaligum úrsliti í deildini við bingjuflutningi og havnavirksemi.
Fráboðanin hjá Maersk hevur havt við sær, at virðið á partabrævinum í fyritøkuni er fallið meira enn 9 prosent fyrrapartin.










