Tann 7. desember lat ein norðmaður lív og ein annar maður fekk skaða í einari arbeiðsvanlukku umborð á boripallinum Maersk Interceptor í Tamber-økinum.
Teir vóru í holt við at seta eina nýggja pumpu til, tá ið óhappið hendi. Ein maður datt á sjógv, og hann doyði seinni á sjúkrahúsi í Bergen. Ein annar maður, sum var við í óhappinum, datt niður á dekkið og yvirlivdi.
Maersk Drilling eigur boripallin, sum er við í boring, har Aker BP er fyristøðufelag. Faroe Petroleum eigur 45 prosent av Aker BP.
Shippingwatch skrivar í dag, at norska Petroleumtilsynet hevur kannað tilburðin og finnist at mannagongdunum umborð á Maersk Interceptor. Petroleumtilsynet sigur seg hava funnið týðandi manglar í skipanum og mannagongdum í sambandi við tilseting av rávatnpumpum.
Bæði Maersk Drilling og Aker BP váttað, at tey hava fingið skriv frá Petroleumtilsynet, og feløgini siga, at tey fara at fylgja boðunum um at endurskoða og styrkja mannagongdir á boripallinum.