Maersk Air vil samstarva við Atlantic

Nýggi stjórin í Maersk Air hevur ætlanir um samstarv við flogfeløgini í norði um at sleppa at flyta ferðafólk frá hesum feløgunum longur suður í Europa

Danska flogfelagið Maersk Air ynskir samstarv norðureftir. Ein av møguligu samstarvsfeløgunum er føroyska flogfelagið Atlantic Airways.
Nýggi stjórin í Maersk Air, Finn Øelund, hevur latið leka út, at hann ynskir samstarv við fleiri flogfeløg norðanfyri í kappingini um ferðafólk úr Danmark suður í Europa.
Per Brinch, kunningarstjóri í Maersk Air, sigur, at hugsanin hjá stjóranum í felagnum er at royna at fáa í lag samstarv við øll flogfeløg, ið halda til norðan fyri Danmark. Her undir eru so feløg sum Finnair, Norwegian, Air Greenland, Iceland Air og tað føroyska Atlantic Airways.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways váttar, at hann hevur drukkið kaffi saman við Finn Øelund, stjóra á Maersk Air. Meira er ikki at siga um hendan leikin hjá nýggja stjóranum, sigur Magni Arge. Ongar veruligar samráðingar sum so hava verið millum partarnar.
Hann metir gongdina við nýggju tilboðunum og átøkunum hjá Maersk Air soleiðis, at felagið er mest áhuga í at flúgva suðureftir, og kanska vil hava samstarv soleiðis, at Atlantsflog kan lata ferðafólk úr Føroyum til ruturnar hjá Maersk Air longur suður í Europa.