Maersk Air bjóðar bíligar ferðaseðlar

Stendur tað upp til Maersk Air, sleppa føroyingar at ferðast bíliga millum Føroyar og Danmark hetta fram til 19. juni

Treytað av góðkenning frá Føroya Landsstýri fer Maersk Air at bjóða føroyingum at flúgva millum Vágar og Kastrup um páskirnar fyri 1.060,- krónur umframt tey avgjøld, sum løgd verða omaná.

Á tíðindafundi á Hotel Hafnia mikudagin segði rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christensen, at felagið fer at seta tvey søluátøk í verk. Eitt sum fer at galda fyri tíðina 14. til 23. apríl, og eitt sum fer at galda frá 28. apríl til 19. juni.

Talan verður um at selja ferðaseðlar á rutuni millum Vágar og Kastrup - ella hinvegin - fyri 1.060,- umframt avgjøld fyri hvønn vaksnan persón, sum ferðast. Avsláttur upp á 50% verður latin børnum í aldrinum 2 til 11 ár. Tó verður ikki møguligt at broyta umbidnan ferðaseðil, eins og tað ikki fer at bera til at fáa goldnan pening aftur. Borðið fangar.

Eisini fer Maersk Air í hesum tíðarskeiðnum at bjóða ferðaseðlar til einahvørja danska provinslufthavn fyri 1.760,- kr. umframt avgjøld. Somu reglur sum fyri ferðing til Kastrup eru eisini galdandi her.

Í tíðarskeiðnum frá 28. apríl til 19, juni - báðir dagar íroknaðir - fer Maersk Air at bjóða ferðaseðlar til Kastrup ella Billund fyri 1.250,- krónur umframt avgjøld fyri hvønn vaksnan persón. Hetta søluátakið verður nevnt »Ferðist tvey og gjaldi fyri ein«. Eisini her verða latin 50% í avslátti fyri børn í aldrinum 2 til 11 ár.

Her verða reglurnar annars, at keypast skal í minsta lagi 7 dagar undan fráferð. Tað fer heldur ikki her at bera til at broyta ferðaseðilin ella at fáa goldnar pengar aftur. Treytað verður eisini, at tann, sum ferðast skal vera burtur náttina millum leygardag og sunnudag. Og tað skulu í minsta lagi tvey vaksin ferðast saman fyri at fáa hendan avsláttur.

Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christensen, váttar, at tað er sera stutt skotbrá at koma við einum søluátaki, sum byrjar á summarmála, nú bert tveir dagar undan byrjan. Og hann vónar, at Landsstýrið fer at handla skjótt og játta teimum loyvi at selja føroyingum bíligar ferðaseðlar.

Tað er soleiðis, at allir ferðaseðlaprísir skulu góðkennast av Ferðslumálaráðnum. Umframt at Ferðslumálaráðið sendir teir til Føroya Landsstýri at viðmæla. Hetta er gjørt. Ferðslumálaráðið sendi Landsstýrinum umsóknina frá Maersk Air sama dag, hon var latin Ráðnum. Tí vónar rutustjórin hjá Maersk Air eisini, at Landsstýrið fer at handla skjótt.

Í aðrar mátar er Keld Mosgaard Christensen ikki nøgdur við, at Ferðslumálaráðið skal avgera prísirnar á flogrutunum til Føroya. Tað átti fríi marknaðurin at gjørt, sigur hann. Og hann metir, at tá kundi tað verðið bíligari at ferðast millum londini.

Av tí, at talan er um ferðing millum Føroyar, sum eru uttan fyri ES, og floghavnir í ES, metir Maersk Air, at tað ikki skal vera danska Ferðslumálaráðið, sum skal avgera hetta. Keld Mosgaard Christensen sigur, at teir vilja hava hetta undir Rom Sáttmálan. Og so væntar hann, at tað verður bíligari at ferðast alt árið.