Lesur tú føroyskar bøkur?
- Mær hevur altíð dámað væl at lisið, og sjálvandi lesi eg eisini føroyskar bøkur. Eg fegnist um, at so nógvar føroyskar bøkur koma út í bundnum og óbundnum skaldskapi, bæði skaldsøgur og søvn við stuttsøgum.
Tað sigur Jóhann Mortensen, ið hevur starvast sum journalistur í mong ár.
Hann heldur tað eisini vera frálíkt, at Sprotin fær fólk at týða bøkur - bæði kendar og minni kendar - og gevur tær út til limir í bókafelag sínum.
- Sum dømi kann eg nevna, at tað var ein fragd at lesa Ljós Heimsins eftir Halldóri Kiljan Laxnes. Føroyska týðingin eftir Tóru Tóroddsdóttir var sera góð.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Nú eri eg journalistur og altíð havi havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, so royni eg at fáa fatur á bókum, sum bera á søguliga og samfelagaliga bógvin. Tann síðsta, eg las, var Nordisk Sosialisme, og nú royni eg at toga meg gjøgnum Kapital og Ideologi eftir heimskenda franska búskaparfrøðingin, Thomas Piketty.
Jóhann Mortensen vísir á, at náttúran er ein partur av lívinum hjá honum, so stóra bókaverkið Fuglar Okkara, sum Sprotin gav út, stendur á bókahillini við liðina á góða stólinum.
- Okkurt brot verður nærum dagliga lisið í hesum megnarverkinum hjá Silasi Olofsyni og Jóruni Pólsdóttir.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Á náttborðinum liggja tvær bøkur. Onnur, Land of Stories, er um støðini, haðani søgurnar, bæði tær fornu søgurnar og nýggjar skaldsøgur, í Íslandi stava. Halldór Guðmundsson hevur skrivað. Hann hevur eisini skrivað ævisøguna um Laxnes.
Og Jóhann Mortensen leggur aftrat:
- Ein áhugaverd søga er um keypið. Ein regnvátan dag í juni fóru vit inn í elstu bókabúðina í Íslandi, sum er á Flateyri. Í búðini, sum eisini er eitt savn, stóð krambakallurin í retroklæðum frá fyrst í undanfarnu øld. Vit heilsaðu og prátaðu um áhugaverdu búðina. Men so spyr hann, um eg var íslendingur. Nei. So ert tú "færeyingur", gitti hann.
Og so fekk útvarpsmaðurin søguna:
- Omman var heiman av Sandi og var farin at arbeiða í fiski í Íslandi fyrst í hini øldini. Men hann hevði ikki verið í Føroyum og kendi ikki frændur eystan hav.
Hin bókin er ein krimi eftir Arnaldi Indriðasyni "Phýska húsið". Spennandi, men ikki so løtt at lesa sum aðrar, eg havi lisið eftir Arnaldi.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Tað er altíð gott at fáa bøkur. Fleiri eru komnar út, sum eg ikki havi keypt, tí eg vóni ella rokni við, at onkur veit, hvat mær dámar at fáa, sigur Jóhann Mortensen.