Fert tú á ólavsøku?
- Ja, eg eri altíð á ólavsøku.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Eg fari at hugna mær saman við manninum, dreingjunum og familjuni. Vit brúka altíð nógva tíð uppá tivoli, hoppiborgir, go-kart og rib.
Tað sigur Kristrunn Petersen, sum býr í Húsavík.
Hon vísir á, at nú dreingirnir eru blivnir so mikið vaksnir, vilja teir eisini sleppa at hugna sær saman við sínum vinum uttan okkum.
Annars verður ólavsøkan í ár akkurát, sum hon plagar.
- Vit fara til setanina, midnáttarsangin, og vit fara at lurta eftir nógvum góðum tónleiki, eta góðan mat og heilsa uppá fólk.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta er at hugna sær saman við familju og vinum.
Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?
- Eg havi nógv góð og stuttlig minnir frá ólavsøkuni. Hin fyrsta var við barnavogni fyri 16 árum síðan. Hon var nakað heilt serligt.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Einki! Mær dámar væl ólavsøkuna júst, sum hon er, sigur Kristrunn Petersen.