Heimsins størsta alifyritøka, norska Marine Harvest, mælr norsku myndugleikunum frá at geva vinnuni møguleikan at hava meiri laks í ringunum, hóast broytingin hevði givið fyritøkuni fýra milliardir krónur í størri inntøku.
-Tað er rætt, at vit mæla stjórnini frá at økja framleiðsluna við teirri broytingini, sum liggur á borðinum, sigur stjórin í Marine Harvest, Alf-Helge Aarskog, við kringvarpið NRK.
Orsøkin til ta heldur óvæntaðu avgerðina hjá alirisanum er, at sambært fyritøkuni er laksalusin verðin ein so stórur trupulleiki hjá norsku alivinnuni, at tað er neyðugt at steðga nú.
Alf-Helge Aarskog sigur, at ætlanin hjá myndugleikunum hevði økt framleiðsluna millum 15 og 18 prosent. Hetta hevði komið oman á framleiðsluvøksturin av teimum grønu loyvunum, sum er 4,5 prosent.
-Vit eru av teirri áskoðan, at tað er ikki ráðiligt at økja vøksturin umleið 20 prosent, fyrr enn vit hava loyst trupulleikan við laksalúsini, sigur Marine Harvest-stjórin.
Ringar royndir
Spurdur, um lúsatrupulleikin er vorðin so stórur, svarar Alf- Helge Aarskog, at tíverri er tað so.
-Vit halda, at tann trupulleikin skal loysast fyrst, áðrenn vinnan skal veksa. Vit hava so ringar royndir úr Kili, at vit eru til reiðar at sleppa stuttskygdum vinningi. Eftir okkara tykki fer hin vegurin at loysa seg í longdini, sigur hann.
Marine Harvest alir eisini í Føroyum, her felagið hevur tvey aliloyvi í Sundalagnum og eitt á Oyndarfirði. Herumframt hevur felagið smoltstøð á Hellunum.









