Maðurin hevði konu og børn í øðrum landi

Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Sharon, ið av Skipanesi, og sum átti tvey børn saman við einum manni úr Tunesia, áðrenn hon uppdagaði, at hann hevði eitt loyniligt lív, og eisini hevði konu og børn í Tunis.

Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Sharon, ið av Skipanesi, og sum átti tvey børn saman við einum manni úr Tunis, áðrenn hon uppdagaði, at hann hevði eitt loyniligt lív, og eisini hevði konu og børn í Tunis.

 

Nú vil hon hava hann sendan av landinum, men hann hevur eisini hótt við at taka børnini við sær.

 

– Eg eri sannførd um, at hann bert hevur brúkt meg fyri at fáa permanent uppihaldsloyvi í Føroyum. Nú havi eg so funnið útav, at hann hevur konu og tvey børn í Tunesia, og hann bara hevur brúkt okkum, sigur 35 ára gamla Sharon við Sosialin.

 

– Eg trúði veruliga upp á tað, tá ið hann kom inn at búgva. Og so fingu vit yngstu dóttrina í 2013, og eg varð eydnurík, sigur Sharon.

 

– Hann hevur sagt, at hann fer at taka døtur okkara við til muslimsku familju sína í Tunesia, men eg havi fjalt passini hjá báðum døtrunum, sigur Sharon.

 

Sosialurin tosar eisini við Jógvan á Høvdanum í Klaksvík, sum tók stríðið upp við Sea Shepherd – og føroyskur fíggjarráðgevi heitir nú á myndugleikarnar um at steðga ætlanini at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tí tað setir Føroya land í stóran vanda at gera teir nú.