Maðurin, sum var í einum arbeiðsóhappi á Faroe Pelagic í gjár, liggur framvegis á Landssjúkrahúsinum.
- Støðan hjá manninum er stabil, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Tað var klokkan 14.14, at telefonin ringdi á alarmsentralinum hjá løgregluni í gjár. Boð komu frá Faroe Pelagic í Kollafirði um, at ein maður lá lívleysur á gólvinum.
Sjúkrabilur var á staðnum 13 minutttir seinni, tað vil siga klokkan 14.27. Hesa løtuna høvdu fólk á virkinum veitt fyrstuhjálp inn til sjúkrabilurin kom á staðið.
Maðurin var onkursvegna kroystur í eini maskinu, sum stáplar eskjur á plattur, og sat fastur. Fyri at fáa mannin leysan var neyðugt at trýsta á neyðknøttin, og tá datt maðurin so niður á gólvið og smekkaði høvdið.
Sostatt hevur maðurin fingið skaða bæði av at vera kroystur í maskinuni og av fallinum, hann fekk aftaná.










