Maður tikin fyri harðskap

Ein maður situr í brummuni fyri at hava sligið eina gentu, og tá ein annar maður legði seg ímillum, fekk hann somu viðgerð.

Ein maður situr í brummuni fyri at hava sligið eina gentu, og tá ein annar maður legði seg ímillum, fekk hann somu viðgerð.

 

Annars hevur tað verið rímuliga friðarligt kring landið í nátt. Nakrir unglingar kastaðu egg móti einum húsum í vesturbýnum í nátt, men teir sluppu sær til rímingar á knallert, tá politiið kom á staðið.

 

Tveir polakkar gjørdu ófrið á Glitnir í nátt, og vórðu tveittir út, men teir hildu fram við at gera um seg eisini uttan fyri, so politiið varð kallað á staðið.

 

Klokkan 4.15 í nátt var ein maður tikin fyri at koyra fullur. Hann hevði eina alkoholpromillu á 2,0, so hann var settur inn í brummuna. Hetta hendi í Klaksvík.

 

Klokkan 5.15 var ein maður vorðin illur við eina gentu, og hevði sligið hana. Ein annar maður kom gentuni til hjálpar, men hann fekk somu viðferð. Politiið kom tó á staðið og tók mannin, sum en situr í brummuni.