Maður settur í spjellið - við útrykningi

Tað hevur vakt nakað av undran, at ein politibilur við útrykningi fór norður eftir oynni til Klaksvíkar

Tað hevur vakt nakað av undran, at ein politibilur við útrykningi fór norður eftir oynni til Klaksvíkar.

 

Men hetta hevur sína søgu, at so skjótt varð gjørt av.

 

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at politiið leitaði eftir einum manni, sum skuldi avhoyrast í rættinum í sambandi við eitt annað mál.

 

Teir fingu tá at vita, at hesin maðurin var inni hjá einum gomlum kenningi hjá politinum, sum hvørki vil síggja ella hoyra politiið. Hesin maðurin gjørdist so frá sær sjálvum, tá politiið kom inn hjá honum, at har var einki annað at gera, enn at handtaka mannin sum skjótast.

 

Vakthavandi sigur, at teir ongantíð hava trupulleikar við at handtaka ein mann, men tá tú skal sita og ansa eftir einum manni í longri tíð, sum hevur mist jørðforbindilsi, so er hetta ein ógvuliga maktkrevjandi uppgáva.

 

- Vit valdu tí at koyra mannin norður til Klaksvíkar, og at gera tað so skjótt, sum tilbar. Og tað er hetta, sum helst hevur fingið fólk til at undrast eitt sindur, sigur vakthavandi á politistøðini at enda.