- Tað er ikki tað, at eg ikki vil hugsa um tað. Eg kenni bara á mær, at um eg hugsi ov nógv um sjúkuna, ella hvussu hann sá út fyri fimm árum síðani, so verði eg bara kedd. Tað fái eg ikki brúkt til nógv, tí tað verður aldrin so aftur, sigur Joan Steinberg Joensen. Fyri tveimum árum síðani fekk maður hennara, John William Joensen, staðfest Parkinsonsjúkuna.
I Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú lesa stórt tema um parkinson. Eitt nú er samrøða við Trónd Nolsøe av Tvøroyri, sum seinastu 15 árini hevur livað við sjúkuni.
Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.