Stutt fyri at finaludysturin millum Argentina og Týskland endaði, leyp ein maður inn á vøllini. Myndirnar sóust ikki í sjónvarpinum, tí FIFA vil ikki vísa myndir av fólki, sum leypa inn á vøllin – fyri ikki at eggja øðrum at gera tað sama fyri at sleppa í sjónvarpið.
Á myndini sæst ein vaktarmaður berjast við mannin. Átta mans máttu til fyri at fáa óbodna gestin út av vøllinum – og hann slapp neyvan at síggja umdystin heldur.
Myndirnar eru frá Polfoto.