Ein maður í Kanada leyp í vikuni á eina hvítabjørn í royndini at byrgja uppfyri, at hvítabjørnin leyp á konu hansara.
Hetta veit BBC at siga, sum endurgevur lokalu løgregluna í økinum, har hendingin fór fram.
Hendingin fór fram í Fort Severn First Nation týsdagin í vikuni, og hetta er ein bygd har norðuri í Kanada.
Í royndini at bjarga konu síni undan hvítabjørnini, fekk maðurin, sum ikki er navngivin, álvarsligar løstir.
- Maðurin er ikki í lívsvanda, og nú gongur betur hjá honum, veit lokala løgreglan at siga.
Sagt verður um hendingina, at hjúnini fóru av húsum árla á morgni at leita eftir hundum sínum, tá ein hvítabjørn knappliga var í umhvørvinum.
- Tá bjørnin fór eftir konuni, sum legði seg niður á vøllin, leyp maðurin á bjørnina. Hvítabjørnin leyp á mannin, sum fekk álvarsligar løstir á armar og bein.
##med2##
Løgreglan veit tó at siga, at løstirnir eru ikki lívshóttandi.
- Ein granni kom hjúnunum til hjálpar við einari riflu, og hann skeyt bjørnina fleiri ferðir. Hvítabjørnin doyði ikki, men helt leiðina fram inn í skógin, sigur løgreglan.
Sagt verður um hvítabjørn, at hon er heimsins størsta rovdýr á landi. Størsta bjørnin, sum er skrásett, vigaði heili 1002 kilo - ella meira enn eitt heilt tons.