Maður fluttur á Landssjúkrahúsið

Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp við Landsfjósið í Kollafirði, har ein bilur í hálkuni fór niðan av vegnum.

Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp við Landsfjósið í Kollafirði, har ein bilur í hálkuni er farin niðan av vegnum.

 

Løgreglan sigur, at ein maður var í bilinum, og hann verður nú fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Sambært løgregluni bendir einki á, at maðurin hevur fingið álvarsligan skaða av hendingini.