Maður ákoyrdur á Flatnavegi

Ein maður var óansin, tá hann gekk tvørtur um Flatnaveg millum Gilja.

Ein maður var óansin, tá hann gekk tvørtur um Flatnaveg millum Gilja.

 

Hann gekk seg meira ella minni í ein bil. Hann var tikin á Landssjúkrahúsið, har hann fekk tikið onkra røntgenmynd.

 

Vakthavandi sigur, at teir fingu fráboðanina klokkan 16.51.

 

Tað var myrkt og hált, har óhappið hendi, men tað spældi kortini væl av.