Rættarmálið móti danska uppfinnaranum Peter Madsen, ið er ákærdur fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus í fjørsummar, nærkast nú endanum.
Høvuðspunktini á skránni í dag eru endaligu málevnisumrøðurnar hjá ákæruvaldinum, umboðað av Jakob Buch-Jepsen, og verjanum hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmarks.
Men áðrenn tað, so eru nøkur mál, ið skulu avgreiðast fyrst. Harímillum skal restin av sálargreiningini av Peter Madsen lesast fyri rættinum, ákærdi skal svara nøkrum spurningum og KT-serfrøðingar hjá ríkisløgregluni skulu svara nøkrum spurningum hjá verjanum hjá Peter Madsen um tilfar, ið bleiv funnið á telefonini, telduni og harðdiskum hjá Peter Madsen.
Flest allir danskir miðlar hava beinleiðis frásøgnir frá rættarmálinum. DR er eisini á staðnum, og skrivar teirra umboð, at sálargreiningin staðfesti, at Peter Madsen víkir frá øðrum og hevur psykopatisk eyðkenni.
- Peter Madsen er sera frávíkjandi við psykopatiskum eyðkennum. Hann er grunnskygdur, dárandi og hálur. Hann tykist at vera evnaríkur, men vísir sjúkligt lygisemi, umframt manipulatión yvirfyri tí, ið hann tosar við.
- Harumframt er hann kensluliga skerdur við einum álvarsomum mangli upp á innliving, iðran ella skuldarkenslu.
Sálargreiningin staðfestir eisini, at tað er stórur vandi fyri, at Peter Madsen kann fremja líknandi brotsverk í framtíðini.
Enn er ikki greitt nær dómur fellur í málinum, men danskir miðlar meta ikki, at tað verður í dag.