Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur 07 Vestur í dag vunnið landskappingardyst ímóti NSÍ.
Í góðveðrinum á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 3-2. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var álopsspælarin Mads Borchers, sum í sjey minuttir skoraði hattrikk.
Ein av stóru veikleikunum hjá NSÍ hevur higartil í ár verið, at mál eru farin ígjøgnum í síðstu sekundunum undan steðginum. Soleiðis var tað eisini í dag.
Dómarin legði ein minutt aftrat tíðini í fyrra hálvleiki. Tá var tað, at Mads Borchers eftir uppspæl í vinstru og flatt innlegg frá Ára Arge og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
NSÍ spælararnir tóktust vera uppsettir, tá ið teir komu á vøllin eftir steðgin, men sjey minuttir seinni var alt avgjørt, tí tá var 3-0. Í báðum førum var tað Mads Borchers, sum skoraði, og í báðum førum var NSÍ verjuspælið einki at reypa av. Í fyrra førinum var tað eftir flatt innlegg úr høgru frá Jasper Van Der Heyden, og í seinna førinum var tað, eftir at bólturin varð spældur fram millum miðverjurnar.
20 minuttir undan dystarenda minkaði NSÍ um munin. Bólturin varð lagdur fram úr vinstru, við handara stólpa stútaði Klæmint A. Olsen upp á tvørs, og mitt fyri málinum var tað innskifti Hans Marius Davidsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið.
NSÍ fekk betri tak á spælinum, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og tveir minuttir undan at vanliga leiktíðin var farin, skoraði Klæmint A. Olsen eftir innlegg úr høgru.
Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini. NSÍ spenti álopsbogan í botn, og tað vóru spentar støður í heimabrotsteiginum, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og harvið hevur 07 Vestur fyri fyrstu ferð vunnið á heimavølli ímóti NSÍ.
07 Vestur – NSÍ 3-2 (1-0)
1-0: Mads Borchers 45.
2-0: Mads Borchers 52.
3-0: Mads Borchers 54.
3-1: Hans Marius Davidsen 70.
3-2: Klæmint A. Olsen 88.
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss, Mads Winther (Sølvi Egilsson, 68.), Hákun Edmundsson,
Dánjal Pauli Lervig – Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Jasper Van Der Heyden, Ronni Møller-Iversen, Ári Arge – Mads Borchers (Teitur Olsen, 63.)
Gult kort:
Venjari: Michael Schjønberg
NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Meinhard Geyti, Oddur Á. Olsen, Albert Róin Johannesen, Pætur Turiðarson Skipanes – Búi Egilsson, Betuel Hansen, Beinir Nolsøe (Hans Marius Davidsen, 65.) – Kristian Andersen, Klæmint A. Olsen
Gult kort:
Venjari: Todi Jónsson