Mads: Hetta hevur verið eitt mál hjá mær

Nýggi maðurin á landsliðnum er fegin um, at verða komin á A-landsliðið

Håkan Ericson hevur úttikið 24 spælarar til landsliðsvenjingarleguna í Spania seinni í hesum mánaðinum. Føroyar skulu spæla móti Gibraltar og Likenstein. Nýggjur maður á landsliðnum er Mads Boe Mikkelsen úr KÍ. Hann er fegin um landsliðsúttøkuna.

 

- Hetta hevur verið eitt mál hjá mær og eg eri fegin um, at eg nú eri á landsliðum. Nú gleði eg meg bara at sleppa at møta spælarunum og venja við, sigur Mads B. Mikkelsen.

 

Hann kann spæla á fleiri plássunum á vøllinum, men er nokk roknaður sum miðvallari. Tað er tríggir spælarar við, sum kunnu spæla á høgra bakki. Gilli Rólantsson er fyrstaval, meðan Heri H. Mohr er avloysari. Hartil er René Shaki Joensen við. Hann hevur spælt á bakkunum, tá tað hevur verið brúk fyri tí.

 

- Eg eri nokk ikki við sum høgri bakkur, men heldur sum miðvallari. Eg spældi á høgra bakki móti B36, men hinar dystirnar havi eg spælt á miðvøllinum, sigur Mads B. Mikkelsen.

 

Hann hevur spælt við HB, men skifti í vetur til KÍ. Í HB var hann nógv skaddur, men hevur spælt tríggjar teir fyrstu dystirnar fyri KÍ. Tveir í landskappingini og ein í steypakappingini.

 

- Eg royni at halda kroppin skaðafrían. Eg havi spælt tríggjar dystir nú og tað kennist gott. Eg trívist væl í Klaksvík og skiftið hjá René Shaki Joensen gjørdi tað lættari hjá mær, at fara úr HB til KÍ. Eg haldi at hann hevur fingið omanyvir seg enn eg, sigur Mads B. Mikkelsen.

 

Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16:00 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania. FM1 sigur frá dystunum.

 

##ms##